Innanlands

Sanna á Borg vart ph.d. um kolesterol í Føroyum

Fríggjadagin 27. januar vardi Sanna á Borg, lækni á Landssjúkrahúsinum, ph.d.-ritgerð sína um ættar-hyperkolesterolemi í Føroyum

(Mynd: Gransking.fo)

(Mynd: Gransking.fo)

2023-01-29 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ættar-hyperkolesterolemi er støða við ov høgum kolestoreli í blóðinum, sum ikki kemur av lívsstíli, men arvi. Um hetta ikki verður viðgjørt, so er vandi fyri æðrakálking í hjartanum og at doyggja tíðliga og ofta brádliga av hjartatilburði.

Endamálið við hesi ph.d.-verkætlanin hevur verið at lýsa og meta um støðuna við kolesteroli í blóðnum í Føroyum og harafturat at kanna møguligar orsøkir til og títtleika av ættar-hyperkolesterolemi í Føroyum.

Ritgerðin hjá Sannu ber heitið “Familial hypercholesterolemia in the Faroe Islands”. Hon er sett saman av fýra vísindaligum greinum og eini samanskriving. Sanna á Borg hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Aalborg Universiteti, Institut for klinisk medicin. Hon hevur arbeitt við verkætlanini á Landssjúkrahúsinum.

Nógv fólk vóru í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Sanna á Borg helt fyrilestur um ph.d.-verkætlan sína og granskingina, sum hon hevur gjørt í samstarvi við fleiri starvsfelagar á Landssjúkrahúsinum og vegleiðarartoymið í Aalborg.

Eftir eina greiða og áhugaverda gjøgnumgongd fingu metingarfólkini orðið, og teir róstu Sannu fyri eitt sera gott og umfatandi arbeiði og eina framúrskarandi framløgu, skrivar Granskingarráðið.

Serligur dentur varð lagdur á fyrstu greinina, sum hevur lagt eina dygga grund undir restina av granskingini á hesum økinum í Føroyum. Kjakið var gott og eisini sera stuttligt til tíðir. Sanna stóð seg væl og svaraði spurningunum greitt.

Semja var um, at tað er ovmikið av tilfari fra verkætlanini, sum tað er vert at arbeiða víðari við, og eftir stuttan fund kunngjørdi formaðurin í metingarnevndini, at nevndin var einmælt samd um, at Sanna á Borg hevur lokið krøvini til ph.d. og mælti til, at hon fær ph.d.-heitið.

Talan er um eina verkætlan, sum byrjaði fyri nógvum árum síðani. Tað var Rudi Kollslíð, serlækni á Landssjúkrahúsinum, sum tók stig til arbeiðið og byrjaði eina ph.d.-verkætlan, og av ymsum orsøkum tók Sanna á Borg yvir verkætlanina, sum nú er lokin, skrivar Granskingarráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder