Mentan

Sannførandi spæl nú fyrsti dagur í kappingini Stella Polaris er av

Ai Waagstein á klaveri fekk fyrstu viðursløn í Stella Polaris-tónleikakappingini í aldursbólkinum til ov við 13 ár, sum var í gjár. Í morgun klokkan hálvgun tíggju kappast tey millum 14 og 18 ár

(Mynd: Tórshavnar Musikkskúli)

(Mynd: Tórshavnar Musikkskúli)

2021-02-19 07:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrsti dagur í tónleikakappingini Stella Polaris er av, og ikki færri enn 29 luttakarar í aldursbólkinum til og við 13 ár framførdu í gjár í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.

Støðið var sera høgt og dómsnevndarformaðurin Páll Sólstein segði í røðu síni, at luttakararnir øll á hvør sín hátt rørdu dómararnar við sínum sannførandi spæli.

Tað var ikki ein løtt uppgáva at kjósa vinnarar, tí sum Ólavur Jakobsen, frásøgufólk segði, so eru tey øll vinnarar.

Dómsnevndin, Heiðrun Petersen, Eyðun á Lakjuni, Jógvan Zachariassen, Hans Petur í Brekkunum og Páll Sólstein, høvdu ta tørføru uppgáva at kjósa tey bestu. Dómsnevndin valdi at deila triðju virðislønina í tvey, og tey sum vunnu hesa deildu triðju virðisløn vóru Birita Lambaa Haraldsen á floytu og Martin Gaard Jakobsen á violin.

Síðani varð onnur virðisløn handað Sólju Ellen Rye á violin og at enda varð vinnarin funnin, sum varð Ai Waagstein á klaveri.

Allir luttakararnir fingu luttøkubræv og blómur frá musikkskúlanevnd Tórshavnar Býraðs, sum skipar kappingina, umframt ein ryggsekk sum høvuðsstuðulin Betri lat.

Í morgun verður aftur lagt til brots klokkan 09.30 tá 27 luttakarar í aldursbólkinum 14-18 ár fara at kappast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder