
Fyrradagin bórust boð um, at eldur var í bilhúsi í Vági. Illgruni var um, at eldurin var ásettur og herverk varð framt tætt við húsini. Nú er staðfest at eldurin varð ásettur.
Les eisini: Illgruni um at eldurin varð ásettur
- Teknikarar hava verið og kannað eldin í dag, og teir eru fullvísir í, at eldurin varð ásettur. Vit hava eisini funnið onkrar lutir á staðnum, sum eru sendir niður til kanningar, greiðir Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroynni frá.
Teknikarinir eru sum skilst á veg norður aftur nú, men teir ivast ikki í, at talan er um eldáseting.
Í gjár skrivaðu vit á portalinum, at tríggir serfrøðingar hjá løgregluni vóru á veg suður at kanna, um eldurin varð ásettur. Sum skilst hava teknikarar ikki verið í Vági fyrr enn í dag. Talan var um tveir royndar teknikkarar og ein triðja, sum er í venjing at kanna eldsbrunar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald