Innanlands

Sarah Ann er nú útbúgvin ákæri

Sarah Ann Bjarnadóttir Vinther var til endaliga rættarmálsroynd í síðstu viku. Hon er annar ákærin, sum er útbúgvin í Føroyum

Sarah Ann Bjarnadóttir Vinther, ákæri, og Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri. Katrin var sensor til rættarmálsroyndina hjá Sarah Ann fríggjadagin 2. juni.

Sarah Ann Bjarnadóttir Vinther, ákæri, og Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri. Katrin var sensor til rættarmálsroyndina hjá Sarah Ann fríggjadagin 2. juni.

2023-06-08 19:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sarah Ann Bjarnadóttir Vinther hevur lokið útbúgvingina sum ákæri. Hon var til endaliga rættarmálsroynd 2. juni. 

Sarah Ann hevur undir útbúgvingini arbeitt sum ákærufulltrúi hjá ákæruvaldinum við Føroya Politi og er annar ákærin, sum er útbúgvin í Føroyum. 

Útbúgvingin sum ákæri tekur trý ár. Útbúgvingin er sett saman av einum ástøðiligum parti, sum eru skeið, sum eru fyriskipað av Ríkisadvokatinum. Í ástøðiliga partinum av útbúgvingini lærir fulltrúin gjølla um leiklutin sum ákæri, undir hesum hvørjar skyldur ein ákæri hevur, eins og fulltrúin fær undirvísing í avhoyringsteknikki og øðrum amboðum, sum kunnu nýtast í sambandi við rættarmál. Eisini lærir fulltrúin um tær skyldur ákæruvaldið hevur í sambandi við at tryggja løggildi og góðsku í arbeiðnum hjá politinum.

Í verkliga partinum tekur fulltrúin lut í dagliga arbeiðnum í ákæruvaldinum, millum annað við at møta fyri ákæruvaldið í rættarmálum í Føroya Rætti. 

Endaliga royndin sum ákæri er eisini sett saman av eini ástøðiligari roynd og eini verkligari roynd. Verkliga royndin er eitt vanligt revsimál, sum verður avgreitt í Føroya Rætti. 

Føroya Politi ynskir Sarah Ann hjartaliga tillukku við útbúgvingini. 

Føroya Politi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder