2019-04-25 20:14
SAS hevur í kvøld boðað frá, at flogfelagið avlýsir fleiri enn 200 fráferðir til á middegi í morgin.
23 av teimum eru úr Keypmannahavn, og ein av fráferðunum er flogfarið, sum eftir ætlan skuldi lenda í Vágum klokkan 12:15, og seta kós móti Keypmannahavn aftur klokkan 13:05.
Orsøkin er, at flogskipararnir hjá SAS hava boðað frá, at teir fara í verkfall í morgin, um ein semja ikki fæst við felagið um ein nýggjan sáttmála áðrenn midnátt.
SAS mælir ferðandi, at fylgja við á heimasíðuni fyri at fáa nýggjastu kunningina. Har er eisini møguligt at kanna hvørjar fráferðir eru avlýstar. Tað sæst á hesari leinkjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald