Innanlands

SAS gevst at flúgva til Føroya mikudagin

Tað sigur talsfólk hjá SAS við Portalin í dag

Savnsmynd (EPA)

Savnsmynd (EPA)

2020-03-16 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

SAS steðgar flúgvingini á eini 100 flogrutum, og Kristoffer Meinert, tíðindatalsfólk hjá SAS Danmark váttar fyri Portalinum í dag, at SAS eisini gevst at flúgva til Føroya.

– SAS gevst at flúgva millum Keypmannahavnar og Vága Floghavn mikudagin, higartil í óásetta tíð, sigur hann.

Á tíðindafundi í gjár boðaði forstjórin í SAS, Rickard Gustafson, frá, at virksemið hjá SAS verður skert munandi komandi tíðina.

– Tørvurin á flogferðslu er meira enn minni horvin orsaka av coronavirusinum. Tí mugu vit laga okkum. Frá mánadagnum at rokna verður virksemið skert munandi, og talið á fráferðum minkar nógv.

Les eisini: SAS sendir 10.000 fólk til hús

Sunnudagin boðaði Atlantsflog frá, at nærum øll flúgvingin hjá felagnum steðgar í morgin.

– Vit skerja flúgvingina munandi og koma bara at flúgva til Keypmannahavnar við serligum atliti, so pláss verður sett av til neyðugan heilsuflutning og starvsfólk, ið starvast uttanlands, segði Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantic Airways við Kringvarpið.

Les eisini: Atlantsflog: Týsdagin steðgar flúgvingin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder