Innanlands

SAS sendir 10.000 fólk til hús

Norðurlendska flogfelagið tillagar seg til nýggjan veruleika nú coronavirus herjar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-15 16:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tørvurin á flogferðslu er meira enn minni horvin orsaka av coronavirusinum. Tí mugu vit laga okkum. Frá mánadagnum at rokna verður virksemið skert munandi, og talið á fráferðum minkar nógv.

Tað segði forstjórin í SAS, Rickard Gustafson, á tíðindafundi í Stokkholm fyri løtu síðani.

Hetta hevur við sær nógvar uppsagnir. 10.000 fólk, sum er 90 prosent av starvsfólkunum, vera fyribils send til hús. Óvist er hvussu tað er við lønini hjá hesum fólkum.

Hetta ávirkar virksemið hjá SAS í Danmark munandi.

Einasta rutan sum vit halda fram við er innanlandsrutan millum Aalborg og Keypmannahavn. Hetta so leingi tørvur er á tí, upplýsir Simon Pauck Hansen, samtaksstjóri í SAS í Danmark fyri Danmarks Radio.

Sostatt bendir alt á at rutuflúgvingin til Føroya eisini heldur uppat fyribils.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder