Uttanlands

SAS-hotellið í Keypmannahavn verður friðað

Hotellið, sum heimskendi arkitekturin Arne Jacobsen teknaði, hevur høgt friðingarvirði, verður mett

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-08-14 18:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sermerkta hotellið hjá Arne Jacobsen í Hammerichsgade á Vesterbrúgv í Keypmannahavn, SAS royal Hotel, verður nú friðað.

Tað boðar stovnurin Slots- og Kulturstyrelsen frá í dag, eftir at uppskotið um friðing hevur ligið úti til almenna hoyring í tríggjar mánaðir.

Stýrið hevur lagt dent á, at bygingurin, sum liggur við Vesterport tokstøðina, hevur høgt friðingarvirði, samstundis sum hann virkar sum hotell og fylgir við tíðini.

Talan er um eitt ikoniskt meistaraverk serliga orsakað av væl umhugsaða úttrykkinum á fasadunum við teimum tunnu aluminiumssprossunum og elegantu proportiónunum, verður sagt í grundgevingini.

Danski arkitekturin og sniðgevin Arne Jacobsen, sum livdi frá 1902 til 1971 teknaði ikki bara bygningin, men sniðgav innbúgvið heilt niður til borðbúnað og øskubikur.

SAS Royal Hotel lat upp 1. juli 1960. Aðrir kendir bygningar, sum Arne Jacobsen teknaði, eru Bellevue Teater, Danmarks Nationalbank og ráðhúsið í Aarhus. Millum kendu stólarnar hann teknaði eru Eggið, Svanin og Meyran. 

[object Object]Innan úr einum av kømrunum á SAS Royal Hotel síggjast tríggir av kendu stólunum hjá Arne Jacobsen. Frá vinstru Svanin, Eggið og Dropin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder