
Skandinaviska flogfelagið SAS hevur í dag kunngjørt eina ætlan, sum ber í sær, at felagið tey komandi árini fer at keypa flogfør fyri meira enn 25 milliardir krónur.
Talan er um eina risastóra uppstiging av flotanum hjá SAS.
Ætlanin er at keypa 55 nýggj flog frá brasilsku flogverksmiðnuni Embrear. Tey fyrstu flogførini verða latin SAS í 2027, skrivar dr.dk.
Í fyrst umfari verða 45 flogfør keypt við keypsrætti til 10 afturat.
Talan er um størstu íløguna í nýggj flogfør hjá felagnum síðan 1996.
- Vit hava skrivað undir sáttmála um 55 Embraer E195-E2 flogfør, upplýsti stjórin í SAS, Anko van der Werff, á tíðindafundi fyrrapartin.
SAS hevur valt hesi flogførini av fleiri orsøkum, millum annað brennievninýtslu og ljóðminking, upplýsti SAS-stjórin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald