Mentan

Sat eftir við minsta vinningi

10.000 skattafríar krónur eru eisini pengar

Skíggjamynd (KVF)

Skíggjamynd (KVF)

2018-07-06 21:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í kvøld var stórur spenningur í Gekkinum, hetta hóast hann var nakað lægri enn síðsta fríggjakvøld og seinkaður vegna HM-fótbólt.

Tað var Hans Black, sum fekk fulla plátu og kona hansara Annika Larsen Black var fjarritari. Seðilin varð keyptur í Havn, men tey bæði vóru farin til Klaksvíkar at spæla í kvøld, segði Annika.

Hans valdi ikki at deila Gekkin í trý fyri harvið at hava møguleika at vinna eina størri upphædd. Gekkaupphæddin varð løgd í bláa leypin

Í fyrsta snari kom hann á 15.000 krónur, sum gav honum 150.000 krónur um hann valdi at steðga. Tað gjørdi hann ikki, og í øðrum snari sat hann eftir við 90.000 krónum.

Heldur ikki hesa ferð steðgaði Hans, og royndi eydnuna eina triðju ferð. Tíverri eydnaðist ikki at koma á bláa leypin, og Hans Black sat tí eftir við minsta vinningi, 10.000 skattafríum krónum.

Sostatt sleppur gekkaupphæddin at vaksa, tí næsta fríggjakvøld verða 2,8 milliónir at spæla um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder