Mentan

Satsaði alt og vann alt

Súsanna Niclasen úr Hvalba vann sær og manninum 550.000 krónur í Gekkinum í kvøld

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

2021-02-26 20:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er sjáldan tað hendir, men tað kemur fyri at tey, sum ringja inn í Gekkin við fullari plátu, leggja alla upphæddina í ein leyp heldur enn at deila hann í trý.

Men Súsanna Niclasen úr Hvalba, sum ringdi inn fyri mannin við fullari plátu í kvøld, valdi at leggja allar 550.000 krónurnar í bláa leypin.

Og rætt gjørdi hon. Í báðum fyrstu snarunum lendi hon á 10.000 krónum og 12.500 krónum, men í triðja snarinum eydnaðist.

Súsanna Niclasen lendi á bláa leypinum og vann 550.000 krónur, og tey gjørdust øll ovfarin.

- Eg veit ikki hvat eg skal siga. Eg kann bara siga túsund, túsund takk, segði ein takksom Súsanna Niclasen. Hetta var ikki so galið, legði hon afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder