Innanlands

Sátt og semja í hjúnaløgum og øðrum sambondum

Tveir fyrilestrar verða í Vesturkirkjuni hesa vikuna

Peter Damgaard-Hansen

Peter Damgaard-Hansen

2019-05-21 09:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hesa vikuna fær Vesturkirkjan spennandi vitjan við dananum Peter Damgaard-Hansen. Hann er aut. psykolog og par-terapeutur.

Petur hevur arbeitt við menniskjum í fleiri enn 35 ár ,og er serfrøðingur í parterapi og sáttargerðar-arbeiði. Hansara fakliga tilgongd tekur støði í einum samspæli millum likamliga, sálarliga og andaliga heilsu.

Hann fer at halda tveir fyrilestrar í Vesturkirkjuni.

Mikukvøldið verður evnið: At gera sátt og semju í sambondum. Her verður hugsað um okkara relatiónir hvør við annan.

Leygardagin er evnið: Kynstrið at liva tað góða hjúnalagið. Her verður m.a. gjørt upp við skeivar væntanir, vit hava fyri hjúnalagið.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder