- Norðurlond verða oftani tikin fram sum jalig dømir um samfeløg, ið eru skipaði til gagns fyri flest møguligar borgarar. Ikki minst tá ræður um arbeiðsmarknaðin við tí serliga norðurlendska modellinum, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir avgreiða lønar- og sáttmálaviðurskifti, og har lóggevandi valdið spælir lítlan leiklut.
- Soleiðis er ikki allastaðni, og í veruleikanum er hetta norðurlendska fyribrigdið við einum sjálvskipaðum arbeiðsmarknaði rættiliga sjáldsamt. Í øðrum londum, eitt nú USA og Kanada, eru karmarnir á arbeiðsmarknaðinum at virka undir í nógv størri mun lógarásettir.
Búi Petersen hevur nýliga skrivað phd-ritgerð um hvussu sáttmálasamráðingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum fara fram. Enska heitið á ritgerðini hjá Búa Petersen, sum hevur lisið á Memorial University of New Foundland í St. Johan, har hann nú starvast er: Structure and agency in bargaining: Practice, Routines, Truce and individual dirrerences.”
Í síðsta mánaða hevði Búi Petersen eina framløgu í Smæruni fyri nevndunum og umsitingunum í Fakfelagssamstarvinum, sum er eitt samtak av seks fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Les meira um framløguna og phd-ritgerðina hjá Búa á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald