Innanlands

Sáttmálasamráðingarnar millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið farnar í gongd

Fyrireikandi fundur verið í dag - fyrsti veruligi samráðingarfundur verður týsdagin 5. mai

Krøvini verða handaði fyrstu fullu vikuna í mars. Her síggjast Anna Johannesen og Súni Selfoss, umboðandi Starvsfelagið, Jan Sjóstein og Una Djurhuus Christiansen, umboðandi Fíggjarmálaráðið (Mynd: starvsfelag.fo)

2026-04-23 13:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sáttmálasamráðingarnar hjá Starvsfelagnum við Fíggjarmálaráðið eru nú byrjaðar.

Hetta staðfestir Starvsfelagið á heimasíðu sínari seinnapartin.

Fyrr í dag fyrireikandi fundur hildin, har partarnir umrøddu og løgdu ætlanir fyri komandi samráðingargongdina.

Byrjað verður av álvara í mai - krøvini skulu handast um tólv dagar.

- Fyrsti veruligi samráðingarfundur verður týsdagin 5. mai, tá sáttmálakrøvini verða handaði pørtunum.

Starvsfelagið skal eisini hava samráðingar við Kommunala Arbeiðsgevarafelag. Hesar verða væntandi tiknar upp í næstum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder