Innanlands

Sáttmáli um Hans Andriasargøtu undirskrivaður

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Jákup Dam, formaður í tekninsku nevnd, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, undirskrivaðu í gjár sáttmála um at gera lidna Hans Andriasar gøtu, sum er vegurin til nýggja skúlan á Fløtum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-12-19 07:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggi vegurin bindur saman Marknagilsvegin og Landavegin. Arbeiðstøkan hjá Articon umfatar eisini at liðugtgera ein part av Janusargøtu, og at planera fyri einum øki til eina bussendastøð til bussarnar, sum koyra har.

Samlaði kostnaðurin fyri hetta er 20,9 mió krónur. Íroknað hetta eru allar útreiðslur til eitt nú ferðsluljós á Landavegnum og Marknagilsvegnum, sum gøtuljósdeildin hjá kommununi fer at hava ábyrgdina av, projektleiðslu, tryggging o.a.

Við hesi loysn verður hildið, at atlit til ferðslutrygd, atkomuleiki og møguleikarnir fyri avaseting av børnum, serliga á morgni, eru optimalir, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Ætlanin er, at bilferðslan til skúlan á Fløtum verður frá Landavegnum. Til ber at venda runt í rundkoyringini við eystara enda á skúlanum og koyra út aftur á Landavegin, har vegamótið er signalregulerað.

Frá rundkoyringini niðan móti Marknagilsvegnum er ferðslan einsrættað, so at tey, sum skulu á Marknagilsvegin, koyra beint fram, meðan tey, sum skula seta onkran av við Glasir, snara til høgru inn á Janusargøtu og hiðani út á Marknagilsvegin.

Bussleiðin fer eisini at koyra til dyrnar og tveir busslummar vera við skúlan á Fløtum og ein við Glasir.

Súkklubreytir eru gjørdar í báðum síðum av Hans Andriasargøtu. Gjørdar eru eisini súkklubreytir á ringvegnum, á Landavegnum, á Heygsvegnum og á Frælsinum.

Alt hetta er partur av ætlanunum hjá kommununi at betra um umstøðurnar hjá teimum súkklandi. Við skúlan á Fløtum verða eisini gjørdir góðir súkkluskúrar.

Les eisini: Umstøðurnar at súkkla í høvuðsstaðnum skulu nú betrast

Nógv er gjørt fyri at tryggja góðar avsetingarmøguleikar. Um 30 avsetingarpláss eru fram við vegnum, har gott pláss er gjørt, fyri tryggja at næmingarnir ikki koma í bland við ferðsluna.

Vegagerðin verður so mikið liðug við skúlaársbyrjan næsta ár, at koyrandi verður til og frá skúlanum umvegis rundkoyringina til eystara enda á skúlanum, meðan koyrandi verður niðan eftir Hans Andriasargøtu til Janusargøtu og Marknagilsvegin tíðliga komandi heyst.

Øll verkætlanin verður liðug í seinasta lagi 1. desember 2020.

Seinasti parturin av vegaloysnini fyri Marknagil, sum er vegamótini millum Landavegin, Marknagilsvegin og Velbastaðarvegin, verður gjørdur seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder