Innanlands

Sáttmáli um nýskipað skúlasamstarv góðkent

Skúlasamstarvið byggir á søguliga samstarvið millum Leirvík, Gøtu og Fuglafjørð um framhaldsdeild, sum byrjaði líðandi stutt eftir 1960

2019-07-13 09:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár, 11. juli 2019, góðkendi landsstýriskvinnan í útbúgvingar- og granskingarmálum sáttmála millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu um skúlasamstarv.

Talan er um eitt drúgt mál, sum nú er endaliga góðkent. Skúlasamstarvið byggir á søguliga samstarvið millum Leirvík, Gøtu og Fuglafjørð um framhaldsdeild, sum byrjaði líðandi stutt eftir 1960.

Fleiri ferðir gjøgnum umleið 60 ára longu søguna hava ætlanir verið um at staðfesta samstarvið betri og seta nýggj mál, men ikki fyrrenn í 2019 er hetta vorðið veruleiki.

Nýggja samstarvsavtalan, sum býráðini heilt ítøkiliga hava arbeitt við síðani í 2015, tekur støði í ynskinum um eitt mennandi og meira umfatandi samstarv um skúlatilboð til ung í økinum. Grundstøðið er javnbjóðis ávirkan og ábyrgd, og er ein nýggjur samstarvsháttur millum kommunur, sum kravdi lógarbroyting, so at samstarvið kann vera á øllum stigum: í skúlastýrinum fyri Fuglafjarðar skúla, har Eysturkommuna fær annað av býráðsumboðunum, í nýggjum formligum stýri at reka skúlasamstarvið, sum borgarstjórarnir báðir eins og ein býráðslimur afturat frá hvørjari kommunu manna, umframt at foreldur í Eysturkommunu velja eitt foreldraumboð í skúlastýrið í Fuglafjarðar skúla. Hesir samstarvspallar koma afturat tí veruleika, at býráðini og mentanarnevndirnar regluliga hittast at umrøða mál av felags áhuga.

Nú seinastu forðingarnar vórðu beindar burtur við broytingini í lóg um fólkaskúla, sum Hanna Jensen bar í Løgtingið í vár, fegnaðist landsstýriskvinnan um høvið at góðkenna samstarvsavtaluna, sum hon frammanundan kennir væl og áður hevur arbeitt nógv við sum býráðslimur og forkvinna í mentanarnevndini í Eysturkommunu.

- Mentamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder