Í síðstu viku skrivaði Landsverk undir sáttmála við høvuðsarbeiðstakaran Articon, um at byggja nýggja sambýlið við Rygsá á Argjum.
Sambýlið við Rygsá, sum eftir ætlan verður liðugt við árslok í 2027, verður bygt til vaksin við autismu.
Sambært Almanna- og heilsumálaráðnum verða 24 búpláss í sambýlinum, skipað í fýra eindum við seks íbúðum í hvørjari eind. Í hvørjari eind verða tvær íbúðir serliga lagaðar til fólk, sum hava stóran tørv á at vera vard fyri óljóði og órógvi.
Í øllum eindunum verða felagshøli og felagskøkar, og allar íbúðir kunnu hava egna inngongd uttanífrá.
Bygningurin verður 2.090 fermetrar til støddar og verður bygdur í forskotnum hæddum eftir lendinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald