2019-05-03 14:24
Í gjár skrivaðu MT Højgaard Føroyar og Tórshavnar kommuna undir sáttmála um at byggja Umlættingar- og Rehabiliteringsdepil í Rólantsgøtu í Hoyvík til eldri borgarar í kommununi.
Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin hevur 28 kømur. Roknað verður við, at umleið 150 borgarar koma at hava uppihald á deplinum um árið. Depilin verður umleið 2.000 m2, boðar MT Højgaard frá.
MT Højgaard Føroyar, saman við Lofti arkitektum skulu gera arbeiði í heildararbeiðstøku.
(Ewald Kjølbro, deildarstjóri fyri MT Højgaard Føroyar og Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald