Fríggjamorgunin varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Timburtænastuna.
Tað hevur leingi verið ætlanin hjá kommununi at umvæla og klæða síðsta partin av útvegginum í 1981-bygninginum í Tofta Skúla. Talan er um veggin, sum vendir niðan ímóti beninum.
Arbeiðið varð boðið út til tríggjar fyritøkur, og tá ið innlatingarfreistin var farin, vóru tvey tilboð komin.
Á býráðsfundi 18. mai samtykti býráðið í Nes kommunu at taka av lægra tilboðnum, sum var frá Timburtænastuni.
Sambært Nes kommunu byrjar arbeiðið nakað eftir summarfrítíðini og verður gjørt liðugt við ársenda.
Fyri Nes kommunu kemur Teknistovan í Gøtu at hava byggileiðsluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald