Saudiarabia hevur givið fimm starvsfólkum á iransku sendistovuni í landinum.
Tað snýr seg um ein verjufulltrúa og fýra onnur starvsfólk, sum nú eru lýst sum óynskt í Saudiarabio, og hava fingið 24 tímar at fara úr landinum.
Útvísingin hendir í kjalarvørrinum á framhaldandi iranskum álopum á saudiarabiskt øki, sigur saudiarabiska uttanríkismálaráðið, sum fordømir álopini.
Framhaldandi álop úr Iran fer at hava avleiðingar fyri núverandi og framtíðarviðurskifti millum Saudiarabia og Iran, sigur uttanríkismálaráðið sambært Ritzau.
Síðan Ísrael og USA lupu á Iran 28. februar, hevur Iran framt álop móti m.a. Saudiarabia. Hundraðtals dronur og rakettir eru sendar móti Saudiarabia, men meginparturin er skotin niður.
Saudiarabisku myndugleikarnir siga, at tilsamans tvey sivilfólk eru dripin í iransku álopunum.
Saudiarabiski uttanríkismálaráðharrin, Faisal bin Farhan segði mikudagin, at saudiarabia tilskilar sær rættin at fremja hernaðarligar atgerðin móti Iran, um tað verður neyðugt.
Les eisini: Saudiarabia og Emiratini boða frá álopum í nátt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald