placeholder
Uttanlands

Saudiarabiski sendimaðurin stóð til svars fyri danska uttanríkisráðnum

Danska uttanríkisráðið fordømur morðið á Khashoggi

Jamal Khashoggi (Mynd: Sky News)

Jamal Khashoggi (Mynd: Sky News)

2018-10-24 11:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Saudiarabiski sendimaðurin í Danmark, Fahad bin Maayouf Al Ruwaily, var í morgun til fund í danska uttanríkisráðnum um morðið á saudiarabiska journalistinum Jamal Khashoggi.

Stjórin í danska uttanríkisráðið gjørdi púra greitt, at danska stjórnin fordømir morðið av Jamal Khashoggi. Tað varð gjørt púra greitt, at framsøgufrælsi, ein frí pressa og trygd fyri journalistar eru týdnignarmiklir partar av donsku virðunum, og at tey eiga at virðast allastaðni, skrivar danska uttanríkisráðið í tíðindaskrivi.

Saudiarabiski sendimaðurin varð kallaður til fundar, eftir at turkiski forsetin, Erdogan, í gjár segði, at kanningarnar vístu, at tað vóru saudiarabisk embætisfólk, sum drupu Khashoggi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder