2022-03-27 20:56
Reyði Krossur skipaði í kvøld í samstarvi við Kringvarp Føroya fyri stuðulskonsert fyri Ukraina.
Nógvar innsavningar hava verið seinastu mánaðirnar, men tað trýtur ikki at savna pengar inn. Í kvøld komu omanfyri sjey milliónir krónur inn.
7.248.177 krónur er neyva talið.
Hetta svarar til at hvør føroyingur hevur latið upp ímóti 140 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald