Fríggjadagin var hann á vitjan hjá borgarstjóranum i Klaksvík, Karl H. Johansen, har Teddy nýtti høvið at takka fyri stuðulin, Klaksvíkar býráð hevur veitt føroyska partinun av filminum, sum eisini skal gerast ein samadráttur av til savns- og skúlabrúks.
Karl greiddi frá, at býráðið sá nógv í hesum dokomentarfilmi, um ein týðandi part av Klaksvíkar søgu, sum flest okkara bert kenna í brotum. Borgarstjórin greiddi eisini frá, at tá ið hann fór til Danmarkar at ganga á politiskúlanum, bert 20 árum eftir læknastríðið, kom oftani fyri, at teir ymsu politistarnir, hann kom at samstarva við, greiddu frá, at teir høvdu verið í Klaksvík undir Læknastríðnum – og so fór prátið í gongd.
Vitjað varð í Christianskirkjuni, sum sigst hava fingið sítt serstaka vavi og mongu serligu søgurnar, vegna Læknastríðið. Eisini varð vitjað á Norðlýsinum, sum kann verða ein hentur miðil í sambandi við dokomentarsendingina. Jóhann Lützen, stjóri var kviku at leita fram ymiskt, Norðlýsið fyrr hevur skrivað um Læknastríðið.
Teddy hevur hitt hópin av fólki á føroyaferðini og hevur fingið nógv hent at vita. Hann hevur m.a. fingið hendur á skjølum, ljóðbrotum og myndum. Herfyri var ein, sum boðaði frá, at hann átti eina dagbók hjá einum av politistunum, sum vóru í Klaksvík undir Læknastríðnum.
Tó høvdu Teddy og fólkini handan filmsverkætlanina verið fegin, um fleiri fólk finnast, ið hava okkurt at vísa fram, sum hevur við Læknastríðið at gera.
Upptøkur gerast í apríl
Fyrst i aprílmánaða koma filmsfólk higar at gera upptøkur, har Lars Løkke, fyrrverandi forsætisráðharri í Danmark, verður vertur fyri frásagnunum og hendingunum í sendingini.
Sendingin, sum verður í fýra pørtum, verður send í donskum sjónvarpi í heyst og eisini í Kringvarp Føroya seinni.
Klaksvíkar kommuna stuðlar ætlanini
Tað var á seinasta býráðsfundi, at býráðið játtaði at stuðla filmsupptøkunum við 300.000 tsk. Samlaða verkætlanin at gera føroyska partinum til skúla- og savnsbrúk er uml. 1,2 mió. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald