2025-06-13 09:42

Seinnapartin í gjár løgdu 246 hvalir beinini á Leynasandi. Tað bleiv til 1887 skinn, sum verða býttir í dráps- og heimapartar.
Hvalirnir vórðu merktir í Kvívík og Vestmanna, og har koma seðlarnir eftir ætlan út á middegi, segði Kristjan Martin Joensen, sýslumaður við Útvarpið í morgun.
Umframt drápspartar á 1,5 skinn, verður grindin eisini býtt í heimapartar í Norðstreymoy, Vágum, vestursíðuni av Suðurstreymoy, og í Hesti og Koltri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald