2019-01-01 18:04
Tey eru nú liðug at merkja grindina, sum legði beinini í Trongisvági á middegi. 70 hval vórðu dripnir, og sleipaðir yvir á Drelnes.
Jaspur Vang upplýsir, at seðlarnir koma út á Drelnesi á midnátt.
Grindin verður býtt út á hesar kommunur: Tvøroyrar, Hovs, Porkeris og Sumbiar.
Fólkini har grindin leggur beinini fáa vanliga altíð part. Orsøkin til at júst hinar kommunurnar eru valdar er, at tey ikki hava fingið grind síðan 2011, sigur Jaspur Vang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald