2018-07-24 18:05
Seðlarnir frás grindini í Sandagerði seinnapartin koma út klokkan 20:30. Tað upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður.
51 hvalir eru merktir og talan er um 343 skinn, sum verða býtt í 670 partar. Og býtt verður í drápspartar.
Annars boðaði Tórshavnar kommuna frá seinnapartin, at seðlarnir fóru at koma út klokkan 18, men hetta er ein misskiljing, sigur Finnbogi Midjord.
Hetta endurgóvu vit eisini á Portalinum seinnapartin, haldið okkum til góðar.
Seðlarnir koma altso út klokkan 20:30 á Vestaru bryggju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald