Innanlands

Seðlarnir koma út klokkan 7 í morgin árini

Verður í øllum førum býtt í drápspartar, sigur sýslumaðurin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-12 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seðlarnir fyri grindina, sum í kvøld legði beinini í Bø, koma út á bryggjuni í Sørvági klokkan 7 í morgin árini.

Tað upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður, í kvøld.

Hann sigur, at enn er ikki greitt hvussu nógvir hvalir vóru dripnir. Enn eru allir hvalirnir ikki komnir upp á land í Sørvági, so tað verður helst greitt seinni í kvøld, hvussu nógv skinn talan er um, og hvussu stórir partarnir vera.

105 hvalir løgdu beinini í Sandavági fyri eini tveimum vikum síðani, og tá vísti tað seg vera trupult at sleppa av við alla grindina, sum eisini var býtt í heimapartar til kommunurnar í oynni umframt, at Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommuna fingu ein part.

Nakað av fólki var á sandinum í Bø, tá hon varð hildin til í kvøld, men enn er ikki greitt hvussu nógv hava skrivað seg upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder