Innanlands

Seðlarnir koma út klokkan 8

Seðlarnir frá grindini í Leynum í kvøld koma út í morgini árini

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-24 00:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eini 30 hvalir løgdu beinini á Leynasandi í kvøld, og seðlarnir koma út á bryggjuni í Kvívík klokkan 8 í morgin árini. Býtt verður í drápspartar.

Tað upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður, í kvøld.

Grindin varð funnin í Hestfirði, og var trupul at reka. Hon kavaði fleiri ferðir, men nakað eftir klokkan 22 eydnaðist, og eini 30 hvalir vóru dripnir. Nakað av fólki var á sandinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder