Innanlands

Seðlarnir koma væntandi út klokkan 19

Enn er ikki heilt greitt nær seðlarnir koma út

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-06-04 15:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

21 hval løgdu beinini í Fuglafirði fyri áleið einum tíma síðani. Grindin verður hon býtt millum tey sum luttóku í rakstrinum.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur at hann væntar at seðlarnir koma út um 19 tíðina. Útvarpið fer at lýsa við hesum klokkan 18 og hann biðir eisini fólk um at fylgja við á portalunum.

Grindin varð funnin út fyri Oyndarfjørð, og varð rikin á Fuglafjørð, har hon legði beinini nakað áðrenn klokkan tvey.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder