Innanlands

Ætlaði sær “on hike”

Jóhanna Hansen, avgreiðslufólk hjá Atlantsflog í Fugloy, ráddi eysturríkska ferðamanninum at ganga eftir vegnum

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-01-14 20:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani hann kom við tyrluni til Hattarvíkar um middagsleitið, hevur eysturíkarin ikki latið frætta frá sær.

Løgreglan hevur upplýst, at maðurin er 29 ára gamal, og kom til Føroya 10. januar. Hann fór út í Fugloynna fríggadagin, 11. januar, og hevur ikki verið at sæð síðani.

- Maðurin virkaði skundigur og segði bara á vánaligum enskum, at hann fór “on hike” (gongutúr, red.) og at hann ætlaði sær aftur við Rituni.

Tað sigur Jóhanna Hansen, avgreiðslufólk hjá Atlantic Airways úti í Fugloy, við Norðlýsið, í dag.

Hann sá ikki út til at hava gjørt seg serliga væl út til túrin, og hevði bert ein lítlan ryggsekk við sær, greiðir hon frá.

- Tyrlan lendi á Hattarvík um 11.30 tíðina, og longu um 15.45 tíðina skuldi Ritan verið aftur eftir honum. Eg plagi, tá eg tosi við ferðafólk, at ráða teimum til at ganga eftir vegnum, tað gjørdi eg eisini hesaferð, sigur Johanna Hansen við Norðýsið.

Hon greiðir frá, at tá maðurin ikki kom afturíaftur, koyrdi hon túrar aftur og fram millum Kirkju og Hattarvík fyri at vita, um hann var at sígga. Sjálvt út á náttina vóru tey úti og koyrdu millum bygdirnar.

Løgreglan fekk fráboðan um horvna mannin seinnapartin fríggadagin, og síðani leygardagin hevur verið leitað eftir honum í fleiri umførum. Bæði við hundum, staðkendum fólki, og tyrlu.

Í løtuni er ógreitt nær leitingin verður tikin upp aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder