Útgávan av 6. bindi av Havnar søgu verður løgd fram í Müllers Pakkhúsi hósdagin 11. mai 2023 klokkan 17.00. Henda bókin er seinast bindið í eini røð, sum vísir teir mongu og fjølbroyttu tættirnar í Havnar søgu.
Søgan um Havnina er søgan um ein savnandi miðstað. Tað er søgan um støðug framstig og betri lívskor. Nógv eru tey fólk, sum hava evnað til tann høvuðsstaðin, vit hava í dag.
Henda bókin er seinasta bindið í eini røð, sum vísir teir mongu og fjølbroyttu tættirnar í Havnar søgu. Hon snýr seg um tíðina frá landnámi og upp til okkara dagar.
Ingibjørg Hansen og Ólavi Jakobsen framføra, Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu, Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærafelags, ber fram eina heilsan og Jens Pauli Nolsø og Kári Jespersen, rithøvundar, geiða frá arbeiðinum. Matur og drekka verður at fáa á miðhæddini í Müllers Pakkhúsi
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald