2019-05-07 13:40
Danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, útskrivaði í dag nýval. Fólkið í danska kongaríkinum skal tí á val á grundlógardegnum 5. juni.
Seinasta veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portal.fo tann 25. apríl, og sum varð kunngjørd 1. mai, vísti, at tað verða Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum fáa umboð á fólkating. Men úrslitið vísir eisini, at tað er so tætt millum teir fýra størstu flokkarnar, at tað er inannfyri óvissuna í kanningini.
Les eisini: Jøvn kapping millum flokkarnar til fólkatingsvalið
500 fólk luttóku í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi flaggdagin. Roknast skal við eini óvissu á millum 1,2 og 3,7 prosentstig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald