Innanlands

Seinasti dagurin av kongshjúnavitjanini

Í dag verður vitjað á Eiði

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-13 07:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hol verður sett á triðja og seinasta dag av kongshjúnavitjanini tá Dannebrog klokkan 9:45 leggur at á Eiði.

Talan er kortini ikki um so langan dag eins og tað hevur verið bæði mikudagin og hósdagin.

Vitjað verður hjá Sigrun Gunnarsdóttir, almenn móttøka verður á Vaglinum á Eiði og miðmáli verður í Hólmahúsinum.

Eftir døgurðan 12:45 verður farið aftur til kongsskipið og um kvøldið eru kongshjúnini vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum sum verður liggjandi á Eiði allan dagin.

Skráin

Fríggjadagur tann 13. juni á Eiði

Kl. 09.45       Kongsskipið Dannebrog leggur at á Eiði

Kl. 10.00       Kongshjúnini koma í land.

Kl. 10.10       Farið verður við bili til myndastovuna hjá Sigrun Gunnarsdóttir

Kl. 11.00       Komið verður við bili oman á Vaglið, har Eiðis kommuna er vertur fyri almennari móttøku. Borgarstjórin heldur røðu og navnkennir bygdaráðið.  

Kl. 11.20       Spákað verður framvið ellisheiminum til Hólmahúsið.

Kl. 11.35       Komið verður til Hólmahúsið, har borgarstjórin er vertur fyri miðmála.  

Kl. 12.45       Farið verður við bili aftur til kongsskipið Dannebrog.

Kl. 12.50       Komið verður til kongsskipið Dannebrog, og kongshjúnini fara umborð.

Kl. 18.00       Kongshjúnini eru vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder