2023-04-14 08:40

Løgreglan hevur fingið 615 mál um vegskattaeftirstøður fyrra hálvár frá Akstovuni, og fer tí næstu tíðina at taka nummarplátur kring landið.
Fyrra náttina vóru plátur tiknar av 41 bilum í Norðurøkinum og í miðøkinum, og í nátt vórðu seks bileigarar Í Eysturoynni, sum mistu pláturnar.
Einasti máti at sleppa undan at nummarpláturnar verða tiknar, er at hava eina kvittan fyri goldna vegskattin at vísa løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald