Tvey børn, ein 12 ára gomul genta og ein 13 ára gamal drongur, hava latið lív av niðurdotnum trøum eftir at ódnin Debby fór í land í landsynningspartinum av amerikanska statinum, Florida, í gjár.
Tað upplýsti guvernørurin í Florida, Ron DeSandis, meðan ódnin ferðaðist norðureftir móti statunum Georgia og South Carolina.
Ódnin skiftið nakað í styrki, men var mett at vera ein ódn í fyrstu kategori, tá hon rakti Florida mánamorgunin, lokala tíð.
Hon hevði eina styrki á 36 metrar um sekundið. Tilsamans seks fólk hava latið lív, og 240.000 húski hava ligið í streymloysi, skrivar Ritzau.
12 ára gamla gentan, sum misti lívið, varð rakt av einum træi, sum koppaði í Levy County, sum liggur umleið ein tíma í bili frá har, sum ódnin nam land.
13 ára gamli drongurin doyði inni í einum húsvogni, ið varð raktur av einum træi. Hetta var eisini í Levy.
Ein lastbilførari hevur eisini mist lívið í ódnini. Bjargingarlið í Florida máttu bjarga líkinum úr bilinum, eftir at hann varð farin í kanalina Tampa Bypass.
Ein 38 ára gomul kvinna og 12 ára gamli sonur hennara lótu lív, tá bilur teirra varð raktur av einum træi, ið datt niður.
Ein sætti persónur hevur eisini latið lív, men onki verður nærri upplýst um umstøðurnar við deyða hansara.
Ódnin fór í land við býin Steinhatchee, og hevur síðan ferðast norðureftir móti statunum Georgia og South Carolina.
Í nátt upplýsti amerikanska veðurstovan, NHC, at Dabby var umleið 80 kilometrar í ein útnyðring úr Jacksonville, sum er ein av teimum størstu býunum í Florida.
Mett verður, at Debby fer norðureftir yvir Georgie og South Carolina, áðrenn hon leggur leiðina út yvir Atlantshavið aftur. Har fer hon at samla sær styrki fyri síðan aftur at leggja leiðina inn yvir land longur norðuri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald