Uttanlands

Seks gíslar verða leyslatnir í dag

Fyrrapartin eru fimm gíslar leyslatnir av Hamas

40 ára gamli Tal Shoham og 39 ára gamli Avera Mengistu vórðu fyrstu gíslarnir, sum vórðu leyslatnir í morgun (Mynd: EPA)

40 ára gamli Tal Shoham og 39 ára gamli Avera Mengistu vórðu fyrstu gíslarnir, sum vórðu leyslatnir í morgun (Mynd: EPA)

2025-02-22 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun vórðu fimm gíslar leyslatnir av Hamas í Gazageiranum, og eru teir nú fluttir til Ísraels.

Talan er um 40 ára gamla Tal Shoham (40 ár), Avera Mengistu (39 ár), Eliya Cohen (27 ár), Omer Shem Tov (22 ár), og Omer Wenkert (23 ár).

Nærum allir gíslarnir vórðu tiknir av Hamas 7. oktober, men Mengistu varð tikin av Hamas í september 2014, og hevur hann sostatt verið fangaður í Gazageiranum í yvir tíggju ár. Eisini konan og børnini hjá Tal Shoham vórðu tikin, men tey vórðu leyslatin í november 2023.

Eftir ætlan verða tilsamans seks gíslar leyslatnir í dag sum partur av avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas. Eisini verða 445 palestinskir fangar leyslatnir úr Ísrael.

Sambært avtaluni, sum kom í gildi 19. januar skulu tilsamans 33 ísraelskir gislar og 1.900 palestinskir fangar latast leysir teir fyrstu 42 dagarnar av vápnahvíldini.

Sambært Ritzau eru gíslarnir, sum verða leyslatnir í dag teir síðstu, sum væntast at verða leyslatnir á lívi í fyrsta stigi av vápnahvíldini. Í komandi viku verða fýra lík latin ísraelum, hevur Hamas upplýst.

Tilsamans 251 fólk vórðu tikin til gísla undir álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023. 65 gíslar eru framvegis í Gazageiranum, harav 35 sambært ísraelska herinum eru deyðir.

Dagførd kl. 11.59


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder