2019-02-13 07:27
Ferðsluløgreglan gjørdi í gjárkvøldið millum klokkan 17 og 18 ferðslukanningar yviri við Strond í Havn.
Seks bilførarar vórðu skrásettir fyri at hava koyrt ov skjótt í mun til hægst loyvdu ferðina. Bilarnir koyrdu millum 68 og 78 kilometrar um tíman.
Tann, ið koyrdi skjótast, fekk klipp í koyrikortið. Hini fimm fáa bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald