Innanlands

Seks mánaðir í fongsul fyri harðskap

Dómur er feldur í einum máli har knívur varð havdur á lofti nýggjársmorgun

2019-01-28 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður er í Føroya Rætti dømdur seks mánaða fongsul fyri ein harðskapstilburð, sum hendi í eini privatari veitslu nýggjársmorgun.

Maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan nýggjársdag, og rætturin gjørdi skjótt av, tí longi 16. januar varð dómurin sagdur.

Maðurin varð ákærdur fyri tvey brot á ta strangaru harðskapsparagraffina í revsilógini, §245. Men rætturin dømdi hann bert sekan í aðrari ákæruni, tí tað varð ikki prógvað fyri rættinum, at hann var sekur í hinari eisini.

Maðurin er nú dømdur fyri at hava stungið ella skorið ein annan mann við einum køksknívi í sambandi við at teir báðir komu til ilnar í veitsluni.

Rætturin metti, at maðurin tilvitað hevði roynt at raka offrið við knívinum. Offrið fekk álvarsligar skaðar í vinstru hond, og rætturin staðfesti eisini, at um viðkomandi ikki hevði tikið hondina fyri seg, so kundi hann fingið skaða í andlit og/ella háls eisini.

Ákærdi maðurin noktaði seg sekan, tí hann segði seg ikki minnast hvat fór fram henda nýggjársmorgun.

Rætturin dømdi mannin í fongsul, treytaleyst, í seks mánaðir. Harafturat skal hann eisini rinda samarmálskostnaðin.

Kelda: domstol.dk 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder