2026-05-18 09:35
Um vikuskiftið hevur løgreglan tikið tilsamans seks bilførarar fyri rúsdrekkakoyring.
Teir flestu vórðu tiknir í sambandi við bátastevnuna í Vestmanna, og har var talan um bilførarar, sum høvdu sovið rúsin av sær og hildu, at promillan var undir tí loyvda.
Leygardag fyrrapart vórðu fýra bilførarar í Vestmanna, sum høvdu ov høga promillu, og sunnudag fyrrapart varð aftur ein bilførari tikin í Vestmanna.
Sætti bilførarin varð eisini tikin sunnudag fyrrapart, men hann varð tikin í norðoyggjum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at tað annars hevur verið friðarligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald