Eftir bert 12 dagar eydnaðist tað filminum "Spider-Man: No Way Home" at forvinna yvir ein milliard dollarar, og sostatt er nýggi Marvel-filmurin ein av skjótastu filmunum at røkka hesum mílasteininum, hóast korona framvegis hevur sína ávirkan. Hann er eisini tann fyrsti filmurin at røkka milliardini undir koronufarsóttini.
Tað skrivar amerikanska blaðið Variety sambært Ritzau.
Ein annar filmur, sum megnaði at røkka milliardini uppá 12 dagar var "Star Wars: The Force Awakens", sum kom út í 2015.
Bert tveir filmar hava megnað at gjørt hetta skjótari enn tað. Talan er um Marvel-superhetjufilmarnar "Avengers: Infinity War" frá 2018 og "Avengers: Endgame" frá 2019, sum komu uppá eina milliard eftir avikavíst 11 og fimm døgum.
Spider-Man er eisini partur av Avengers-hugaheiminum, sum er bygdur á teknisøgur hjá Marvel Comics.
Áðrenn nýggjasti Spider-Man-filmurin kom út 13. desember, hevði eingin filmur megnað at selt biografatgongumerki fyri eina milliard dollarar síðan "Star Wars: The Rise of Skywalker" kom út í 2019.
Til samanberingar hevur nýggjasti James Bond-filmurin, "No Time To Die", sum kom út í oktober og m.a. inniheldur upptøkur úr Kalsoynni, selt biografatgongumerki fyri 774 milliónir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald