Herfyri hevði Eysturoyar Vinnulívsfelag aðalfund, og nevndin hevur skipað seg við Selindu í Heiðunum, vinnukundaráðgeva hjá Betri Trygging, sum forkvinnu.
Restin av nevndini er mannað av monnum. Teir eru Bergur Poulsen, næstformaður, Eli Lassen, Eyðun Hansen og Regin Jacobsen. Jens Pauli Petersen og Helgi Johannesen eru varalimir.
Eysturoyar Vinnulívsfelag er eitt áhugafelag hvørs endamál er at geva vinnulívsfólki í Eysturoynni høvi at møtast regluliga, og fáa íblástur og stuðul frá hvørjum øðrum.
Málið er at deila vitan, vinnuroyndir og at skapa menning og nýhugsan gjøgnum tey átøk, sum felagið samskipar. Skipað verður fyri fleiri árligum tiltøkum fyri limir. Umframt aðalfundin, verður skipað fyri sonevndum “vinnutingum” nakrar fríggjadagar um árið. Vinnutingini eru eitt forum, har vinnulívsfólk hittast til prát og fyrilestrar um eitthvørt viðkomandi evni – frágreiðingar frá síðstu vinnutingunum kunnu lesast á www.evf.fo .
Hvørt ár verður eisini skipað fyri einum EVF fundi, einum sokallaðum vinnufundi, sum hevur verið høvuðstiltakið hjá felagnum, síðan tað var stovnað í 2002. Vinnufundurin verður skipaður sum ein ráðstevna við nøkrum áhugaverdum fyrilestrarhaldarum og ofta er kjak á skránni eisini.
Vanliga eru tað bert limir sum kunna luttaka til tiltøkini hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag, men 4. apríl skipar felagið fyri almennum tiltakið í Løkshøll um kappingarføri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald