Alt hevur sína tíð, og sluppungin Selvík, sum í mong ár hevur staðið niðri á Dungasandi, var nú í so ringum standi, at hann mátti beinast burtur. Hann var blivin til ampa fyri trygdina á økinum, har børn ofta spæla.
Tað skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðuni.
Á bygdaráðsfundinum í farnu viku varð endaliga støðan tikin, og avgerðin bleiv, at hann skuldi beinast burtur.
Kommunan sigur, at tað hevði kostað upp ímóti eini millión at umvælt hann, tí næstan alt mátti gerast av nýggjum og tað var ikki mett ráðiligt.
Ein bátur sum stendur úti, krevur nógv viðlíkahald, og hetta er kostnaðarmikið.
- Tað er við sorgblídni at hann varð beindur burtur, tí hann er ein partur av søguni hjá okkara gomlu útróðrarbygd, skrivar Sørvágs kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald