Mentan

Sement: Sway og RSP komu víðari

Í gjárkvøldið var tað fyrsta av innleiðandi umførunum í Sement tónleikakappingini í Reinsarínum

Sway (Savnsmynd)

Sway (Savnsmynd)

2022-04-10 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár byrjaði ársins útgáva av tónleikakappingini Sement í Reinsarínum.

Talan var um tað fyrsta av trimum innleiðandi umførum áðrenn finaluna, sum verður 30. apríl.

17 bólkar luttaka í ár, og fimm teir fyrstu vóru at hoyra í gjárkvøldið – Piparstertur, Telemama, Eimyrja, RSP, og Sway.

Tað vóru teir báðir síðstnevndu, sum endaðu við at vinna sær pláss í finaluni.

Sway er ein a capella jazz trio, kvinnað av Marionnu Winther Nagata, Katrinu Olsen og Daniu O. Tausen. Tær tríggjar hava verið sera virknar á føroyska tónleikapallinum, bæði sum Sway og sum solistar.

RSP hava gjørt tónleik á Soundcloud í fimm ár. Einki er polerað ella masterað, og alt er undirgrund. Í bólkinum eru Heini R. á Heygum, Steingrímur Hallsson, og Bjarki Jónasson.

Næsta umfarið av Sement verður leygardagin 16. apríl. Tá verða tað Marianna Winter, Adrenaline, Streingirnir, Daniel, og Dania O. Tausen, sum fara á pallin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder