Sunnudagin 29. mai klokkan 16-18 skipar Útbúgvingin í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya fyri seinnapartsseminari í Kongshøll um "uttanfyrilist"
Á seminarinum verða fyrilestur, upplegg og samrøður, sum frá ymiskum sjónarmiðum viðgera evnið Outsider Art. Eitt hóskandi føroyskt heiti í hesum samanhangi er UttanfyriList, skrivað í einum orði.
Tað sipar til list, sum verður skapað uttan fyri etableraða listastovnin av listafólkum, sum liva í útjaðaranum samfelagsliga.
Seminarið er eitt samstarv við leikbólkin Det Ferösche Compagnie, sum frumsýnir sjónleikin Lykkenborg 1. juni í Listastovuni í Miðvági.
Talan er um eitt ókeypis tiltak, sum er fyri øll, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.
Skráin fyri seminarið
• 16.00 Vælkomin: Bergur Djurhuus Hansen, Ph.d., lektari í bókmentum og dekanur á Føroyamálsdeildini
• 16.05 Fyrilestur: Castles of Happiness: Outsider Art, Performance, and Spaces for Living, Bridget Escolme, professari í leiklist á Queen Mary University of London
• 16.50 Upplegg: Áskoðaraampi. Um leiklutin sum áskoðari og ábyrgdina fyri hvussu leikur ferst, Turið Nolsøe, Ph.d.-lesandi í retorikki
• 17.15 Samrøða: Verkætlanin Lykkenborg – Marita Dalsgaard, leiklistafólk, hevur samrøðu við Búa Dam, leikstjóra, Kristinu Ougaard, sjónleikara, Dánjal á Neystabø, tónleikara, um arbeiða við uppsetanini av nýskrivaða leikinum, Lykkenborg
• 18.00 Takk fyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald