Innanlands

Semingsroyndin tikin uppaftur

Starvsmannafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hittust aftur fyri lítlari løtu síðani. Semingsmaðurin Terji Sigurðsson sigur við Kringvarpið, at eingin kladda til semingsuppskot er orðað enn.

(Mynd: KVF)

(Mynd: KVF)

2020-01-29 10:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú klokkan 10.00 fóru samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum í gongd aftur.

Partarnir hittust fyri fyrstu ferð eftir døgurða í gjár, og samráddust til út ímóti midnátt. Tá valdu semingsmenninir at taka ein steðg. 

 Enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvussu gongst við samráðingunum, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, við Kringvarpið

Allur dagurin er settur av til semingsroynd, skrivar kvf.fo. Samráðingarnar um nýggjan sáttmála fara fram á Hotel Hafnia

 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder