Mentan

Semja gjørd millum Scarlett Johansson og Disney

Hvat semjan inniber verður ikki upplýst, men partarnir siga seg síggja fram til framtíðar samstarv

Scarlett Johansson (Mynd: EPA)

Scarlett Johansson (Mynd: EPA)

2021-10-01 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgfrøðiliga ósemjan millum Disney og amerikonsku sjónleikarakvinnuna Scarlett Johansson er nú loyst, og eru partarnir komnir fram til eina semju.

Hvat tann semjan inniber verður tó ikki upplýst, skrivar tíðindastovan Reuters. Men líkt er til, at partarnir framvegis hava ætlanir um samstarv í framtíðini.

Tað var í juli, at Scarlett Johansson stevndi Disney fyri sáttmálabrot, eftir at tey gjørdu Marvel-filmin "Black Widow", har hon spælir høvuðsleiklutin, tøkan á Disney+ samstundis, sum hann varð frumsýndur í biografunum.

Av tí at lønin hjá Scarlett Johansson er tengd at, hvussu væl filmurin klárar seg í biografunum, helt hon, at hon hevði mist ein munandi part av lønarinntøkuni orsakað av avgerðini hjá Disney um at gera filmin tøkan at stroyma beinanvegin. Disney segði hinvegin, at tey ikki hildu seg hava brotið nakran sáttmála.

Disney sigur í fráboðan, at tey fegnast um at hava gjørt eina semju við Scarlett Johansson, og at tey síggja fram til at samstarva um fleiri framtíðarverkætlanir.

Sjónleikarakvinnan sigur eisini, at hon er fegin um, at tey hava funnið eina loysn í málinum, og gleðir hon seg eisini til framtíðar samstarv.

– Eg eri sera errin av arbeiðnum, vit hava gjørt saman gjøgnum árini, og eg havi notið kreativa samstarvið, sigur hon.

Í kjalarvørrinum á ósemjuni við Scarlett Johansson hevur Disney eisini avgjørt, at restin av filmum teirra, sum verða útgivnir í ár, verða frumsýndir í biografunum fyrst, og fara teir at ganga í biografunum í 45 dagar, áðrenn teir gerast tøkir at stroyma.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder