Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava í dag gjørt semju um sáttmála fyri tíðina frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.
Talan er um endurnýggjan av sáttmála galdandi fyri havnarmeistarar og havnarumsjónarmenn sett í kommununum, og semjan byggir á ein karm, sum fyrra árið er 2,3 prosent og seinna árið 2,5 prosent. Semjan inniber eitt nú, at eftirlønargjaldið hækkar úr 8,5 prosent upp í 10,5 prosent og somuleiðis eru broytingar gjørdar í vaktargjøldunum.
Harafturat er avtala um fráboðanarfreist gjørd, og partarnir hava avtalað at viðgera undantøk í sambandi við arbeiðssteðg í sáttmálaskeiðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald