Starvsfólk eiga altíð at verða inndrigin so tíðliga sum gjørligt, tá ætlanir eru at fremja størri broytingar á einum arbeiðsplássi. Hettar var breið semja um í einum panelorðaskifti í Smæruni herfyri millum tríggjar almennar stjórar og trý álitisfólk.
Hóast tað langt frá altíð vísir seg í praksis, at starvsfólk á almennum stovnum verða tikin við, tá avgerandi broytingar skulu fremjast á einum arbeiðsplássi, var eingin ivi millum teir tríggjar stjórarnar og tey trý álitisfókini: Starvsfólk eiga altíð at vera tikin við, tá talan er um broytingar, sum onkursvegna hava avgerandi ávirkan bæði starv og arbeiðsdag.
Saman luttóku tey í panelorðaskifti í Smæruni í sambandi við temadagin “Tak starvsfólkini við í broytingum”. Temadagurin, sum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í felag skipaðu fyri, var avtalaður í sáttmálasamráðingunum millum hesar báðar partar í 2017. Endamálið var at varpa ljós á týdningin av, at starvsfólkini eru við í ráðleggingini, tá broytingar verða gjørdar á almennum arbeiðsplássum, skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðuni.
Les meira um orðaskiftið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald