Skjótt verða føroysku talgildu koyrikortini eisini galdandi í Danmark.
Bæði Danmark og Føroyar hava talgild koyrikort, og Thomas Danielsen, danski ferslumálaráðharrin og Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum eru nú samdir um, at koyrikortini skulu verða galdandi tvørturum landamørkini, boðar danska ferðslumálaráðið frá í tíðindaskrivi.
– Tað skal vera lætt at brúka sítt talgilda koyrikort, uttan mun til, um mann er í Danmark ella í Føroyum. Tað ger gerandisdagin lættari hjá nógvum, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
– Vónin er eisini, at hetta er fyrsta stig til, at føroyska talgilda koyrikortið kann verða viðurkent í øðrum ES-londum, sigur Jóhan Christiansen í tíðindaskrivi frá danska samferðslumálaráðnum, sigur hann.
Thomas Danielsen, danskur ferðslumálaráðharri sigur, at Føroyar og Danmark hava eitt sera gott og tætt samstarv, og er tað tí natúrligt, at londini viðurkenna talgildu koyrikortini hjá hvørjumøðrum.
– Vit hava funnið eina praktiska loysn uppá tað, og so skjótt reglurnar eru broyttar, kunnu bilførarar úr bæði Føroyum og Danmark frítt brúka teirra talgildu koyrikort, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald