Uttanlands

Senatið atkvøddi ímóti at innkalla vitni í ríkisrættarmáli

Væntað verður, at ríkisrættarmálið verður avgreitt mikudagin, og at Trump verður fríkendur

Skíggjamynd úr amerikanska Senatinum (Mynd: EPA)

Skíggjamynd úr amerikanska Senatinum (Mynd: EPA)

2020-02-01 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið aktvøddi ein meiriluti í amerikanska Senatinum ímóti at innkalla vitni í ríkisrættarmálinum móti forsetanum, Donald Trump.

51 atkvøddu ímóti, meðan bert 49 atkvøddu fyri.

Allir demokratar atkvøddu fyri, og næstan allir republikanar atkvøddu ímóti. Mitt Romney og Susan Collins atkvøddu eisini fyri saman við demokratunum. Fyri at fáa meirilutan var neyðugt hjá demokratunum at fáa tveir republikanarar afturat at atkvøða við sær.

Hetta verður sæð sum ein stórur ósigur fyri demokratar, sum ynsktu at fáa John Bolton, fyrrverandi trygdarráðgevi hjá Trump, at vitna í málinum.

Fyrrverandi trygdarráðgevin hevur skrivað handritið til eina bók, sum varð send Hvítu Húsunum til góðkenningar. Í bókini hevur Bolton váttað, at Trump brúkti hernaðarliga stuðulin til Ukraina til at leggja trýst á landsins forseta. Eftir øllum at døma, vildi hann hava Ukrainska stýrið at kanna Joe Biden og son hansara, Hunter Biden.

Les eisini: Hvítu Húsini støðga avdúkandi bók

Demokratarnir vilja vera við, at Trump hevur misbrúkt forsetaembætið við at royna at fáa Ukraina at geva sær upplýsingar um Joe Biden, sum kann gerast forsetavalevnið hjá demokratunum og mótstøðumaðurin hjá Trump til forsetavalið í ár.

Senatið hevur samtykt eina tíðarætlan fyri restina av ríkisrættartilgongdini, og sambært TV2 væntar mann, at ríkisrættarmálið er avgreitt mikukvøldið okkara tíð.

Fyri at koyra Trump frá krevst undirtøka frá tveimum triðingum av Senatinum, og av tí at republikanski flokkurin hevur meirilutan (53 av 100 sessum), væntar mann, at Trump verður fríkendur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder